Lagt út hevur: Annika Eidesgaard
tann: 28.10.2024
Spæliliðið hevur havt sína fyrstu uppgávu
Okra nýggja spælilið hevur í dag havt sína fyrstu uppgávu. Í stóra fríkorterinum í morgun hava tey spælt saman við 2. flokki, ið hvønn mánadag fyrrapart er úti á Tvøroyri í skúla.
Nakrir av næmingunum í 7. flokki vóru herfyri í Havn á skeið fyri at læra um spælilið, og hvat tað merkir at vera partur av einum spæliliði. Tilsamans eru seks næmingar úr 7. flokki í spæliliðnum, ið hetta skúlaárið av og á fer at bjóða næmingum í 1. og 2. fl. til spæl og stuttleika.
Í dag gekk sera væl; spæliliðið var væl upplagt, og næmingarnir í 2. flokki søgdu, at tey gleddu seg til næstu ferð, at Spæliliðið kemur at spæla.




Til heimini
- Fráboðan um skrubb
- Gleðilig jól :-)
- Nakrar jólaligar løtur - okur síggjast kl. 17.00 til jólahald í SALT :-)
- Nærvera og gaman - ársins jólaevnisvika í mið- og hádeild er liðug
- Okur koma at heilsa upp á tykum, ið eru 80+, í morgin, týsdagin
- Skráin komandi dagarnar í Tvøroyrar skúla
- Jólaevnisvikan (mið- og hádeild)
- Barnalógin í eygsjón
- Betri vinir - Foreldrafundur var í innskúlingini 30. oktober
- Evnisdagar - Saman um krabbamein
- Tryggari internetdagur 2026 - okur eru við á netinum
- Næmingaráðsfundur í mið- og hádeild fríggjadagin
- Rudda út? Okur taka gleðiliga ímóti lutum til loppumarknað
- Ársins rennidagur ónsdag, 24. sept.
- Næmingaráðsfundur verður mánadagin15. september